Rakel Helmsdal's Blog: Løtuverk
March 17, 2011
30. Salon du Livres sett
Um 5 tíðina var eg saman við grønlendska høvundanum Kristian Olsen aaju og danska Jakob Martin Strid (hann sum hevur skrivað "Lítli froskur") sett í ein hýruvogn saman við nøkrum av teimum frá Kunststyrelsen, sum eru við til at skipað fyri hesum stóra tiltakinum.
Tað kendist sum at verða komin út aftur á flogvøllin, so stórt var tað at koma inn í høllina við "Porte de Versaille". Vit høvdu ikki gingið meira enn 2 minuttir, so høvdu vit mist tvey av bólkinum burtur. Men vit komu kortini heil fram til norðurlendska básin.

Tað at eitt sindur løgið at ganga runt har og hyggja at fólki, tí har vóru heilt fitt av andlitum, sum tyktust kend, men sum eg ikki tordi at heilsa uppá, tí kanska kendi eg tey ella kanska vóru tey bara kend?
Nakrar høvundar kendi eg kortini, havi hitt tey á høvundaskeiðum á Birkops Arno, t.d. Anne Swärd og Monika Fagerholm. Eini 3-4 onnur fólk hevði eg eisini hitt áður. Verðin er ikki so øgiliga stór kortini.
Franski mentamálaráðharrin Frédéric Mitterrand skuldi koma og seta stevnuna kl. hálvgun átta, og eisini vitja í norðurlendska básinum, men fólk bíðjaðu og bíðjaðu, fingu sær pinnamatar og vín og juice, men ongin mentamálaráðharri kom.
Tá næstan ein tími var gingin, kom hann endiliga, fylgdur av einum heri av foto- og filmstólum. Eg hevði eisni mítt á lofti.

Eitt av teimum ordiliga stuttligu tingunum var kortini hetta:

Nú eru nevniliga 4 skrímlsabøkur á fronskum!!
Men tykkara útsendi høvundur kom í so tíðliga upp í morgun, so eftir málaráðharrarøðuna, fann hon eina metro heim á Hotel Bedford, 17, Rue de l'Arcade.

Salon du Livres, París - Tykkara "udsendte medarbejder" komin á staðið!
Fekk eitt kvøld heima eyka, men kendist løgið, ein lænt løta. Eg var farin, men onganvegin komin kortini. Børnini vóru fegin.
So í morgun klokkan ósømuliga tíðliga (4.40) fór eg úr Havn og nú klokkan 16 siti eg á Hotel Bedford í París. Ræðuliga fínt hotel har piccoloar syrgja fyri at viðføri kemur niðan á kamarið og eg kenni meg sum tann nógv umtalaði hundurin í keyluspælinum. Eg dugi ikki við, at tað skal vera so fínt og formelt. Skal man so tipsa í heilum og slíkt? Ikki so, tá ein fátækur føroyskur høvundur skal royna at spæla "fín" í París!
Í lyftini upp sá eg eitt andlit, eg helt meg hava sæð onkrastaðni, og eri nú greið yvir, at tað var norski høvundurin Per Petterson, sum í 2003 var kendur fyri bókina "Ut og stjæle hester".
Nú fari eg at gera meg klára til setanina av 30. Salon du Livres. Havi myndatólið við!

February 10, 2011
So legði Dimmalætting eisini á listafólk
Aftursvar til Finnur Jensen

At Gerhard Lognberg ikki er av hvassastu knívum í skuffuni, tað vita vit, so hansara tollutu viðmerkingar um listafólk, sum fáa stuðul, tá pengarnir heldur átti at verið farnir til Sandoynna, kunnu vit gráta um, men ikki blíva við at gremja okkum um. Móti fávitskuni berjast sjálvt tey vísu til fánýtis.Men nú leggur so eisini Dimmalætting stein oman á byrðu hjá landsins lægst løntu. "Tað almenna blakar milliónir eftir listafólkum" skrivar Finnur Jensen í Dimmalætting 9. februar.Eg siti enn og hálvavegna skelvi av skelkinum – ella er tað av harmi? Ja so, tað almenna blakar milliónir EFTIR listafólkum? Nú vil eg sleppa at forsvara meg, eg tími ikki at verða ákærd fyri at snýta meg til almennar pengar og so gera lítið og onki fyri tær. Fyrst av øllum haldi eg, at tann góði Finnur Jensen átti at havt sett seg at lisið bibliografiirnar hjá øllum listafólkunum, hann soleiðis fer illa við. T.d. at skriva, at Marjun Kjelnes skrivar pinkubarnabøkur er beinleiðis misvísandi! Hon er fyrst og fremst ein høvundur, sum hevur verið sera produktiv, langt áðrenn hon fekk nakra starvsløn frá tí almenna, og pinkubarnabøkur hevur hon als ikki skrivað, men barnabøkur, stuttusøgusøvn og sjónleik o.s.fr. og vunnið so at siga hvørja bókmentakapping, hon hevur luttikið í. Almennur peningur til hennara er ein ótrúliga góð íløga.
Men eg vil so sleppa at verja meg sjálva fyrst og fremt, sum eitt dømi. Vit kunnu ganga greitt út frá, at listin hjá hinum listafólkunum er nakað líkur mínum.Eg havi síðani fyrst í 1990 av og á fingið eina mánaðarløn ella tvær at skriva fyri, inntil eg í 2005 fekk játtað 3 ára starvsløn, sum eg bað um at fáa strekt yvir 4 ár (altso ¾ mánðarløn í staðin fyri fulla) fyri at sleppa at hava møguleika at útinna starv mítt eitt sindur longur. Hesa tíðina eg fekk starvsløn skrivaði eg ikki bara, sum Finnur Jensen sigur, nakrar myndabøkur um skrímslini. Hesar vóru ein brotpartur av mínum arbeiði.
Hetta er tað, eg skrivaði hesi 4 árini, eg slapp at arbeiða við løn:Skaldsøgan "Gott hugflog, Hugo" (ein skaldsøga tekur í minsta lagið eitt ár at skriva). Tvær skaldsøgur í røðini "Úr Mosakulluni", "Várferðin til Brúnna" og "Veturin hjá Undu". Tann fyrra varð útnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnoðrurráðsins, sum Gerður Kristný úr Íslandi vann.4 bøkur um skrímslini bæði, "Stór skrímsl gráta ikki", (hendan bókin fekk "Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur"), "Myrkaskrímsl", "Skrímslasótt", "Skrímslavitjan" og "Skrímslahæddir"."Veiða vind", bíløgd uppgáva frá Føroya Symfoniorkestri. Søga sum Kári Bæk gjørdi tónleik til og Janus á Húsagarði teknaði myndir til. Føroya Symfoniorkestur spældi tónleikin inn. Bókin kemur 1. apríl. "Teir fýra heilivágirnir", søga bíløgd uppgáva av Krabbameinsfelagnum. Varð prenta í kalendara við myndum, sum børn høvdu teknað til søguna. Nakrir tekstir bílagdir til bókina "Ringrás" hjá listamanninum Oggi Lamhauge. Stuttsøgan "Fimm mans til ein kvartett" Útk. í savninum Svartideyði. Stuttsøgan "Spitølsk", sum vann stuttsøgukapping um ungdómskærleikssøgur. Hon varð prentað á átta málum í ungdómssøgusavninum "Elskar, elskar ikki", sum kom í øllum norðurlondum í 2010. Harafturat fleiri søgur í "Míni jólabók": "Alioth" 2005, "Kvirra nátt" 2007, "Ov nógv av tí góða ... og eitt sindur afturat" 2008, "Ongin inni" 2009.. Eisini kom fyrsta barnabók mín "Tey kalla meg bara Hugo" út á nýnorskum. Á norskum eitur hon "Dei kaller meg berre Hugo" og er komin út á forlagnum Kapabel. Hon hevur fingið góð ummæli í Noregi.Og harafturat ymiskt arbeiði, sum ikki er liðugt, og kanska heldur ikki verður tað fyribils, nú eg ikki havi stuðul og tí heldur ikki stundir at skriva.
At skriva góðar tekstir er ikki eitt tú gert í eini handavend, t.d kl. 9 á kvøldið, tá tú hevur lagt børnini. Góðir tekstir taka tíð at framleiða, rættiliga langa tíð, so um onkur klárar at skriva líka nógv sum hetta uppá 4 ár og harafturat hava familju, 3 børn, eitt ¼ starv við síðuna av, verða verkætlanarleiðari fyri Ung í Føroyum, undirvísa á Kvøldskúlanum og verða forkvinna fyri Rithøvundafelagnum, uttan at fáa starvsløn, so skal viðkomandi bara koma og vísa mær listan, so skal eg taka hvørt orð í meg aftur og ikki biðja um pening at arbeiða fyri eina aðru ferð. Eg haldi meg í hvussu so er hava gjørt mítt arbeiði til lítar.
Øll onnur í samfelagnum fáa løn fyri arbeiði teirra, og ONGIN sigur, at tey fáa blakað lønina eftir sær, sum um tey onki gjørdu til nytti. Ein timburmaður byggir hús og fær løn, ongin heldur tað verða løgið, (hann kann eisini byggja hús fyri tað almenna), ein lærari fær løn frá tí almenna at útinna starv sítt, ongin heldur tað verða løgið, eitt blaðfólk fær løn frá blaði sínum (summi arbeiða eisini hjá tí almenna), ongin heldur tað verða løgið. Og minst til, øll hesi fáa tað hvønn dag alt sítt lív! Men tá eitt listafólk eftir mikið stríð at enda sleppa at útinna sítt starv VIÐ LØN eitt stutt áramál, so er tað brádliga løgið og illgrunasamt. Og tað hóast at arbeiði hjá listafólkum, er øllum til gagns! Eg skrivi ikki bara bøkur mínar og leggi tær so í borðsskuffuna, eg gevi tær út (uttan at fáa nevnivert av løn fyri tað – í besta føri eina ½ mánaðarløn fyri eitt ársverk), so øll sum hava hug, kunnu lesa tær! Finnur Jensen sleppur eisini at lesa tær, um hann hevur hug, eins og hann kundi havt sett seg niður og kanna eitt sindur gjøllari, hvat hann tosaði um, áðrenn hann fer so illa við lægst lønta samfelagsbólkinum, tey sum bara fáa eina ½ mánaðarløn fyri eitt ársverk.
Les eisini grein á Listablogginum: Ikki av breyði eina...

October 27, 2010
Vilja vit hava eitt føroyskt mál?
Vit vita tað øll somul: Føroyskt er eitt lítið mál, bæði í talið av fólkum sum tosað tað og í nøgdini av orðum vit hava. Stór mál eru slík sum enskt, franskt og týskt, nógv tosað tað og nógv skriva tað og orðanøgdin er óendalig.Hvønn dag verða tey stóru málini størri og ríkari, tí har eru fólk sum arbeiða við málinum, skriva skaldsøgur við tíð, skriva yrkingar við tí, samanbera, uppfinna, spæla sær við orðini, so tey mýkjast og gerast betri, gera nýggj orð og hugtøk fyri verðina kring tey.

Í Føroyum hava vit næstan ongar skaldsøgur og stuttsøgur, sum verða skrivaðar á føroyskum,

Hetta segði Jógvan Arge sjálvur í røðu síni, tá M.A. Jacobsens virðislønirnar vórðu handaðar! "Alt ov langt er millum skaldsøgurnar!" Hann er jú ein valdur politikari, sum vónandi veit havt hann sigur til ársins týdningarmesta bókmentatiltak.

Svarið er einfalt: Tað er eitt fulltíðarstarv at skriva eina góða bók! Skrivar tú bara í tíni frítíð, seint um kvøldið, tá børnini eru løgst, húsið rudda og alt annað arbeiði fingið frá hond, verður bókin hjá tær í best føri hampulig, og í hvussu so er ongantíð nýskapandi málsliga.Ein høvdundur nýtir ofta eitt ár at skriva eina bók, summir meira, men teir skulu vera heppnir, um teir fáa eina hálva mánaðarløn fyri arbeiði, tá tað er latið forlagnum, í fleiri førum fáa teir ikki eingong tað.Í 2010 vóru sum vanligt starvslønir lætnar frá Mentanargrunni Landsins, 11 mánaðir starvslønir fóru til fagrar bókmentir (so vítt eg dugi at síggja), deildir millum 5 høvundar. So man skal ikki verða ein góður roknimeistari fyri at síggja, hvussu leingi tað verður fyrr enn nøkur bók kemur frá hesum 5. Tí tað eru ikki tey somu, sum fáa næsta ár.Harafturat skal eisini hugsast um, at tá tú fært einar tveir mánaðir at skriva í, so hevur tú kanska ikki arbeitt rættiliga við tínum yrki í fleiri ár (tað hevði tú ikki ráð til, húsið skuldi jú gjaldast og maturin við), og ert tí ikki so góður til handverkið, sum tú ert tá tú arbeiðir dagliga við tí. Altso fer helst bróðurparturin av tí 1. mánaðinum til at koma á lagið aftur.... Hvussu langa bók kanst tú skriva uppá ein mánað?
137 mánaðarlønir vóru latnar, 11 av teimum til fagrar bókmentir. 11 mánaðir av 137 til at menna okkara lítla minkandi mál.Soleiðis er tíverri stætt.
Vit hava nógvar góðar høvundar, vit hava nógvar óendaliga frustreraðar høvundar, sum spilla sína tíð og síni evni til at sita á skrivstovum, grava rennur, undirvísa í fólkaskúlum o.a. sum onnur fólk, sum ikki brenna fyri at skriva góðar bøkur á føroyskum, eins væl kunnu gera.
So eg kann við røtum spyrja: Vilja vit veruliga hava eitt føroyskt mál?

November 13, 2009
Árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum
Sunnudagin 15. november kl. 15 verður hol sett á árliga bókadagin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum.
Á skránni verður stórur partur av at nýggju føroysku bókmentunum, sum eru komnar og fara at koma í ár.
Tiltakið er sera fjølbroytt:
Súni Merkistein fer at hava pallviðtalur um bókmentalig evni. Ein verður við Onnu Ellingsgaard, journalistur, um at skriva um bókmentir og aðra mentan í føroysk bløð, ein við Jóanes Nielsen um sjónleikagerð í Føroyum og yvirhøvur og at enda ein samrøða við Oddfríð Rasmussen um munin millum at skriva fyri vaksin og at skriva fyri børn og ung.
Norski umsetarin Lars Moa fer at siga nøkur orð um týðingararbeiði hjá sær og eitt sindur um útbreiðslu av týddum føroyskum bókum í Noreg.
Nicolina Beder fer at siga frá um søguna um føroysku ullina í samband við nýggju bók sína.
Nýggir tekstir hjá fimm ella fleiri føroyskum høvundum fara at vera lisnir upp, í flestu førum lesa høvundarnir sjálvir.
Á barnatiltakinum verða nýggir tekstir hjá fimm høvundum lisnir, eisini her lesa flestu høvundarnir sjálvir. Janus á Húsagarði at siga frá um at myndprýða barnabøkur.
Tiltakið er skipað sum ein hugnalig felagsstund um bøkur, har møguleiki eisini er fyri at fáa sær eitt hungaligt prát og keypa gløgg í Borðkrókinum. Rit & Rák er við á tiltakinum við øllum teimum nýggjastu bókunum og nógvir av høvundunum verða har og kunnu signera, um áhugi skuldi verið til tess.