Rakel Helmsdal's Blog: Løtuverk, page 2

June 10, 2009

Undrunarsamur tíðindaflutningur

Eg má undrast! Undrast so eg kenni meg sum eitt stórt spurnaðartekin!
Tað er gott kunnu at undrast, ja, men hvussu bert tað til, at man ferð eftir ferð kann undrast á tíðindaflutningin í hesum landinum? 
Hesaferð er tað Dagur&Viku, sum eg undrist so stórliga um. Eg skal ikki á nakran hátt gera meg klóka uppá hesa sendingina, síggi hana so at siga ongantíð, men nú havi eg tilvildarliga sæð hana 2 ferðir innan nakrar dagar.Tá eg so samaberi hesar báðar sendingarnar, so er tað eg undrist (og øtist) og eg spyrji meg sjálva: Hvussu raðfestir Kringvarp Føroya mentan?
Í fyrru sendingini eg sá, var Mentanarnáttin í Havn júst farin afturum bak. Hvørji tíðindi hevði D&V so at siga um hesa rímiliga stóru mentanarligu hending? Minni enn ein ½ minuttur av mótasýning afturvið rullutekstunum. Stikk den!At býurin var fullur av fantastiskum hendingum, framsýningum, tónleiki og øllum møguligum øðrum, tað leypa vit høgt og flott upp um (harvið meini eg onki negativ um mótaframsýnginina, hon var líkasum bara ikki einsamøll).
Og so í gjárskvøldið var tað eg fekk ordiliga spatt:5 minuttir um eitt familjualbum! Onkur hevur hugna sær við at savna upplýsingar um sína familju og givið tað út í bók. Straks er viðkomandi "rithøvundur" og fær 5 minuttir av bestu senditíð í Kringvarpinum.Í hesum landinum eru fólk, sum skriva góðar bøkur, brúka lív sítt at gera føroyskt mál til eitt mál, sum er vert at varveita og menna, siga søgur, sum eru verdar at lesa hjá øllum (ikki bara eini ávísari familju), sum fáa bøkur umsettar til onnur mál. Og øll hesi fólkini, sum veruliga skapa mentan, hvussu nógva senditíð fáa tey? Fyri bara at nevna okkurt dømi, so kom ein ørgrynna av bókum út fyri jól, góðum skaldskapi, og tað eg minnist var onki um nakað av hesum í SvF (rætta meg, um eg mistaki meg, síggi sum sagt ikki so ofta sjónvarp, men man plagar at hoyra um tað, um nakað hevur verið.)
Afturat hesum var D&V-sendingin í gjárkvøldið, so út av lagið vánalig, tá hugsa verður um uttanlandstíðindum, onki var opinbart hent úti í verðini í gjár uttan barnamorð og -pornografi. Á onkran hátt kendi eg tað, sum tann fjaldi dagsordanin undir hesum var: Alt í lagið, tað er kreppa í landinum, fólk verða uppsøgd í Suðri, tað er sjálvnadi synd í teimum, men hygg hvussu tað er úti í stóru verð? Har drepa mammur síni børn, og barnagarðslærinnur leggja ónærisligar myndir av børnum út á neti. Hava vit tað ikki herligt í okkara dunnuhyli við okkara familjualbummum og smáu ambitiónum?
Eg undist og undrist og undrist.......................
 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on June 10, 2009 00:22

February 11, 2009

Kavaórudding

Vit hava altíð vita tað, men enn einaferð kunnu vit konstatera, at tað er í bili, at tú eigur at ferðast í Føroyum, persónbili væl at merkja!
Nú hesin vakri kavin hevur ligið í næstan eina viku, áttu vit satt at siga bara at vera eydnurík um at hava hann her við øllum tí vakra góða, stilla veðrinum og øllum tí ótrúliga ljósinum, vit knappliga fáa ókeypis her mitt í vetrarmyrkrinum. Men tíverri verður gleðin álvarsliga skerd, tá tú fert út í býin at ganga, tí her er snøgt sagt ikki framkomandi á apostlunum, og so slettis ikki, um tú dittar tær út við børnum í vogni.
Koyribreytirnar eru sum sleiktar frá tíðliga á morgni, har er onki óført, og tey siga, at hetta er eisini fyri at bussarnir skullu kunna koyra. So hava tey pussa gloriuna og halda seg hava givið teimum gangandi eina hond. Men hetta er bara at rætta okkum lítlafingurin og so sleppa honum, í tí vit skullu til at taka í, tí tey, sum skullu við bussinum, skullu í allarflestu førðum ganga eftir gongubreytunum fyri at koma til bussin!
Nú fari eg at taka eitt dømi uppá, hvussu ógjørligt tað er at ganga eftir gongubreytunum, bara fyri at illustrera:
Lat meg kortleggja mín persónliga gongutúr heimanífrá niðan á stovnarnar við báðum børnunum:
Vit fara frá húsum við vogni við einum barni í og so eg og dótturin til gongu. Longu tá vit koma til fyrstu gongubreytina renna vit okkum á 1. trupulleikan: Tað er nærum ógjørligt at fáa vognin út á gonguteigin, og hvaðna verri at fáa hann upp á gongubreytina hinumegin, tí har liggur ein høg fjallaketa av kava framvið gonguteignum báðumegin. Tað eydnast so eftir nakað av stríði, tíbetur uttan at verða yvirkoyrd. Vóru vit farin heima eitt sindur fyrri og vóru endaði í "myldritíðini", er ikki vist, at vit vóru komin snikkaleys gjøgnum hetta.
Vit snara nú inn á eina minni síðugøtu millum tveir stórar vegin, ein vegur, sum nógv ganga, tí hetta er nær við ein skúla. Her er ongin kavi ruddaður, síðani hann kom í síðstu viku. Tað kundi havt verið í lagið, um bilarnir ikki høvdu sprutta salt inn á breytina. Nú er hetta sum at ganga í 30 cm tjúkkum, leysum putursukri.
So er altur ein gonguteigur við fjallaketum, síðani enn ein putursukurbreyt, síðani ein putursukurbrekka vit mugu royna at toga vognin niðan eftir, inntil vit koma til eitt lítið petti av vegi, sum er væl farandi eftir. Her hevur ongin rudda nakran kava, men heldur ongin koyrt ella saltað. Her er bara reinur samantrakaður kavi. Hetta strekki strúka vit avstað.
So aftur putursukurbrekkur og vandamiklar fjallaketur, omanbrekkur har vit noyðast út á koyribreytina, tí fjallaketan hesaferð er Á gongubreytini og so framvegis, til eg at enda noyðist at lata tey báðu smáu leiðast seinasta strekki niðan gjøgnum eina ógravaða, saltspruttaða gongubreyt beint við eina vøggustovu, meðan eg við tógvi stríð og hjartanum uppi í halsinum fái skumpa vognin niðan.
Huff, vit komu livandi niðan, men eg havi givið skarvin yvir. Eg koyri tey til og úr stovni til kavin er av. Eg vil ikki seta okkum lívið í vága eina ferð afturat.

Takk Tórshavna Býráð fyri at taka tykkum so væl av teimum gangandi. Fara vit at fáa stuðul til insulin, tá vit øll fáa konstatera diabetes2, tí vit ikki røra okkum longur?
 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 11, 2009 09:53

Published on February 11, 2009 01:53

February 10, 2009

Februarkavi

  Posted by Picasa
 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 14:00

Hetta lesi eg nú

 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 13:23

Mínar bøkur

 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 13:16

Februarkavi

  Posted by Picasa
 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 06:00

Hetta lesi eg nú

 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 05:23

Mínar bøkur

 •  0 comments  •  flag
Share on Twitter
Published on February 10, 2009 05:16