Rakel Helmsdal's Blog: Løtuverk, page 3
January 30, 2009
Løgtingið stuðlar fólkakravi!!
"Vit, sum sita í Løgtinginum, eru fólksins umboð, og tá ið ein so ógvislig reaktión kemur frá fólkinum, so er tað upplagt, at vit eisini stuðla hesum fólkakravi."
Soleiðis skrivar ein av løgtingslimunum í dag í Sosialinum 30. januar.
Wauw! sigi eg bara! Har eru møguleikar í hesum! At lesarabrævið snýr seg um nakað so týdningarleyst sum endursendingina av morgunlestrinum, tað ger minni. Tað sum hetta snýr seg um, er, at um har er eitt fólkakrav, so mugu landsins umboð stuðla hesum.
So nú vænt eg, at hatta privatbergholið hjá Anfinni verður tikið av fíggjarlógini 1. dagin, at setrið fær sína játtan, so tað ikki verður bumbað 20 ár aftur í tíðina og at fólkaskúlin sleppur at taka sær av sínum yngstu næmingum á ein viðriligan hátt (t.v.s. ikki við 26 næmingum í hvørjum flokki), og at øll tey gomlu, sum hava brúk fyri røktarplássið fáa tað við brestin.
Hesi mál eru øll greið fólkslig krøv.
Guviti um nissan á Lakjuni hugsaði um hatta, tá hann so stórtøkin lovaði at fáa hasa ólukku endursendignina aftur á skránna.

Published on January 30, 2009 19:34
January 21, 2009
So nær, enn eina ferð
Álvaratos, hvat hugsa tit fyri tykkum?Ja, eg meini við tykkum sum koyra bil hvønn dag. Hvønn dag tá eg fari út um dyrnar, seti eg lívið hjá børnum mínum og mær í vága við bara at ganga á gøtunum í býnum. Havi ongan livandi kjans at telja, hvussu ofta tað bara var líka við, at onkur koyrdi á okkum. Tak t.d. í morgun:Eg skuldi yvir um gonguteigin leiðandi dóttrina, ein gonguteig millum tveir ansingarstovnar. Eitt skilafólk steðgar, so vit kunnu fara yvirum, men hvat hendir?Ein kona, helst við børnum í bilinum, billar sær inn, at bilurin steðgar, so at hon kann koyra sín bil út á vegin!! og snarar tí - rættiliga skjótt - beint út á gonguteigin, sum dótturin og eg júst hava sett fyrsta fótin út á!! Tað var bara soooo nær, enn eina ferð. Nær læra tit, sum koyra í bili, at tit, vard inni í bilskrokkinum, eru so nógvar ferðir sterkari enn vit, sum brúka apostlarnar? Vit tola heilt einfalt ikki líka nógv av, so hví í allari verðini kunnu tit ikki ansa betur eftir??????? Vit verða løsta og doyggja í ringasta føri, um tit renna á okkum, eisini hóast tað ikki er við vilja! Hvat heldur tú, at eg leggi í, at tað var í ósketni, um tú koyrir mítt barn yvir? Eg eri hamrandi líkaglað! Eg fari at hata teg, tað sum eftir er av mínum lívið, og tú fert helst eisini at hata teg sjálvan, tað sum eftir er av tínum. So for ólukkan, brúki eyguni og høvdið tá tit koyra bil!!!!
Published on January 21, 2009 08:44